Afturhald ella nýhugsan í seyðahaldi

Leygardagur 7. november 2009 - 13:23

At fletta heima, er tað góður siður, ið vit eiga at halda fast um, ella skula vit lata sláturvirki uppgávuna at fletta seyðin upp í hendi framyvir? Fyri einum ári síðani gjørdi Mortan í Hamrabyrgi sær nakrar tankar hesum viðvíkjandi. Eitt sláturvirki er síðani sett á stovn, men reglurnar fyri fletting eru tær somu. Vit endurvitja her greinina um seyðahald. Greinin var fyrstu ferð at lesa á Grams fyri einum ári síðani (okt. 2009)

Fjøllini eru nú gingin fyri í ár og hvør maður og kona (og børnini) hava aftur í ár rokast við slakt og haggreiðing. Enn fletta fólk flest heima í kjallarinum hvør sær.
Er hetta góður siður, ið vit eiga at halda fast um ella skula vit lata sláturvirki uppgávuna upp í hendi í framtíðina?

Eingin ivingur um at nógv mentanar- og familju-virði eru í hesum at fletta sín egna seyð, fáa hann til høldar, gera rullipylsu, kjøtpylsu og skinsakjøt og ræsa og turka. Her liggur so ein stór ábyrgd hjá eldru ættarliðunum at læra frá sær og hjá yngru ættarliðunum at geva hesum ans í øllum meldrinum av tilboðum, ið ungdóminum í dag annars stendur í boði.

Tað verður tosað so nógv um reinføri og matvøru-elvdar sjúkur, at her eiga vit at vera varin. At haggreiða seyð skal takast í álvara. Eitt nú er botulisma ikki at spæla við.

Og so er tað spurningurin um at ræsa og turka gott kjøt. Tað er næstan vísindaligt mál hvussu hetta verður gjørt skilabest at fáa fram hin besta luktin, smakkin og útsjóndina. Ótrúliga nógvir variablar eru, ið kunna ávirka endaliga úrslitið. Vit kenna kanningarnar og sensorisku smakkingarnar hjá Helga í Brekkunum fyri nøkrum árum síðani. Hvussu ræst, rotið ella súrt eigur kjøtið at lukta? Hvussu ræst, treyst, súrt ella søtt eigur at smakka? Og hvussu reytt, brúnt, blátt ella drivið eigur at sjá? Og hvussu við fastleikanum?

Hugsi sjálvur at veðurlagið og hjallurin hava størra týdningin. Also ein jøvn búning í kontrolleraðum umhvørvi. Men eru enn ókendir variablar, ið ávirka endaliga úrslitið av kjøtinum? Kanska eru pinku-verurnar, mikroorganismurnar, ið fremja ræsingina ymiskar kring oyggjarnar? Kanska fremja summir hjallar betri enn aðrir tær ”góðu” mikroorganismurnar? Hvi skuldi ikki her verið ein øko-skipan eins og í øllum øðrum lívfrøðiligum umhvørvi, har javnvágin kann flyta seg?

Men kanska skula vit als ikki stremba eftir at einsrætta ein smakk í Føroyum, ið skal eitast at vera hin besti. Tað hugsi eg ongantíð vit vera samd um allíkavæl. Men skilagott er at fáa vitan um hvat ymsu variablarnir hava at týða. So kunna vit tilvitaði gera eitt val í haggreiðing okkara. Og ongantíð betur um slíkt verður kannað og dokumenterað í rit okkum øllum at gagni. So kanska vit einaferð fáa eina uppruna/løggildings-skipan fyri matvørur úr ymsu økjunum í Føroyum, eins og vit kenna í Fraklandi, Italia og Spania (AOC, DOC osfr.).

Kanska vit eisini fara at útflyta lambskjøt. Í smáum nøgdum, men foredlað til sjáldsom og serstøk vøra. Italiumenn hava sína ”culatello”, ið er turkað og visnað skinka. Hon verður seld fyri meira enn kr. 1.000 fyri kg til millióningar um allan heim. Hugsi, at vit væl kundi latið 10 prosent av lambskjøtinum farið til útflutnings uttan at nakar fór at vera skerpikjøt fyri uttan á ólavsøku.

Og so er tað øll handa skommin við seyðaskinnini. Nógv sum talar fyri, at skilagott er at fáa meira skipaði viðurskifti við sláturhús, ið hava heilsuváttan. So fer kanska eisini at bera til at spjaða slaktið til fleiri mánaðir um árið.

At virða tey sum løgdu lunnar undir okkara matmentan og samstundis framhaldandi vera framsøkin er ein spurningur um afturhald og nýhugsan. Tað er ein spurningur um javnvág og duga at varðveita tað av tí gamla, ið er vert at halda fast um og so ikki ræðast at menna og dagføra matmentanina til okkara tíð, ið er eyðkend við vitan og tøkni.

Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…