Lógligt føroyskt lambskjøt í handlunum

Mikudagur 6. oktober 2010 - 06:05

Bæði í Hósvík og Stóru Dímun eru stig til til at løggilda slakt av føroyskum seyði. Sostatt ber nú til at keypa løggilt føroyskt lambskjøt í føroyskum handlum, og seinni í heyst, tá tað er ræsa og turka, fer at bera til at keypa løggilt ræst og turt kjøt.

Nú stendur í yvirskriftini, at lógligt føroyskt kjøt er í handlunum, og tað kann geva ávísar ábendingar um, at tað finst ólógligt kjøt á føroyska marknaðinum. Til hendan spurning er bara at staðfesta, at meginparturin av seyðinum, sum verður slaktaður í Føroyum, verður slaktaður uttan eftirlit. Higartil hava myndugleikarnir ikki gjørt so nógv við hesa støðu, og tað er í ein ávísan mun í lógini eisini loyvi til at selja á garðinum (frá hurðini).

Við teimum báðum sláturvirkjunum í Stóru Dímun og Hósvík verður sum sagt gjørligt hjá matstovum og handlum at selja kjøt, sum hevur fingið stempul uppá at tað er slaktað undir eftirlitið av landsins heilsufrøðiligu myndugleikum.

--------------------------------------------------------------------------------------

MYNDUGLEIKIN
Niðanfyri er grein av heimasíðuni hjá Heilsfrøðiligu Starvsstovuni um evnið:

Hóast talan ikki er um stóru nøgdirnar, er nú endiliga gongd komin á løggildaða fletting í Føroyum. ?Aftaná ymsar byrjunartrupulleikar eru fyrstu løggildu krovini komin upp at hanga í St. Dímun. Eftirlitsfólk - og embætisdjóralækni frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru til staðar á St. Dímun, meðan flett verður. Teirra uppgáva er m.a. at fylgja við, at matvørutrygd, djóravernd og reinføri eru nøktandi.?Hetta ber í sær, at tað nú er møguleiki at keypa feskt føroyskt seyðakjøt í handlum og matstovum, og at fáa løggildað ræst og turt kjøt seinni í heyst.

Embætisdjóralækni stemplar krovið. Hetta merkir, at embætisdjóralæknin hevur sýnað og góðkent bæði livandi lambi og seinni nýfletta krovið og tilknýttu gøgnini. Stemplið vísur, at kjøtið er framleitt í Føroyum og er flett á virkinum við løggildingarnummarinum 1650, ið er løggildingarnummarið fyri sláturhúsið á St. Dímun.?

ÓLØGGILDAÐ TURT OG RÆST LOYVT Í HANDLUM
Stemplað kjøt kann seljast øllum, eisini handlum, matstovum og stórkøkum. Hetta í mun til óløggildað kjøt, sum verður selt í durasølu. Óløggildað fekst kjøt kann bert seljast beinleiðis til endabrúkaran. ?Øðrvísi er við óløggildum røstum og turrum kjøtið. Fram til summarið 2015, kann turt og ræst seljast í handlum og matstovum. Eftir summarið 2015 skal alt kjøt, sum verður latið handlum og matstovum stava frá løggildum kjøti. Durasølan - beinleiðis til endabrúkaran - verður ikki umfata av løggildingarkravinum eftir 2015.?

SKINNINI GÓÐKEND TIL ÚTFLYTNING
Skinnini, sum stava frá seyði, sýnaður og góðkendur av embætisdjóralækna kunnu útflytast til onnur lond. Londini seta krøv um, at livandi seyðurin skal verða sýnaður og einki sjúkueyðkenni staðfest. Tað erú bert djóralæknar, ið kunnu fremja hetta.?

Heilsufrøðiliga starvsstova frøist um, at løggildur slátur aftur er við at mennast í Føroyum. Fyri matvørutrygdina er hetta ivaleyst stórt framstig. Bøndurnir fáa samstundis ein - fyri nógvar - góðan møguleika, at fáa seyðin flettan undir góðkendum umstøðum. Umstøðum, sum lúka krøvini hjá bóndrunum, sum ábyrgdarar av matvørutrygdini í samband við teirra vørur, eins og teimum sum skulu keypa og eta kjøtið.?

VIRKINI
Tey sláturvirkið í Føroyum ið eru løggildað til slátur er virkið á St. Dímun, okkara løggilding nummar 1650, og Krás í Hósvík, okkara løggilding nummar 1019.
Heilsfrøðiliga Starvsstovan


Leif Láadal 2
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…